1023.06 - Mállæra II


Skeiðsnummar
1023.06
Heiti
Mállæra II
ECTS
8
Endamál
Endamálið er at geva studentinum hollan ástøðiligan og verkligan kunnleika um føroyska mállæru og um almenna málfrøði.
Innihald
Mállæra (grammatikk) er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, bæði alment og í tí einstaka málinum. Her verður høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina samanborið við onnur nær skyld mál, og almenn málfrøðilig fyribrigdi og hugtøk verða nýtt í viðgerðini. Læran um bygnaðin í málinum (t.e. úttrykssíðuna) fellur í trinnanda tættir, ið verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum samljóði. Hesir tættirnir eru: ljóðskipanarfrøði (fonologi), formfrøði (morfologi), t.e. orða- og bendingarlæra, og setningsfrøði (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður viðgjørd í merkingarfrøðini (semantikkinum). Lært verður um málføri, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sociolektir, talumál, skriftmál). Sum støði undir viðgerðini av føroyskum verður ein lærubók í almennari málfrøði lisin, møguliga saman við einari lærubók í ljóðfrøði. Lisin verður ein føroysk mállæra, og hartil greinir og ritgerðir um føroyskt mál. Tekstir verða lisnir, ið umboða ymisk málføri, og eisini kann verða arbeitt við ljóðupptøkum. Tað fyrra árið verður serligur dentur lagdur á ljóðfrøði (fonetikk), sum er óundansleppandi amboð í málgransking. Her lærir studenturin m.a. ljóðskrift og grundleggjandi ljóðfrøðilig hugtøk. Hann fær javnan uppgávur fyri, sum hann skal lata inn. Sum framhald av hesum verður lært um ta føroysku ljóðskipanina. Hetta fyrra árið er eisini hóskandi at læra um merkingarfrøði og at fara undir formlæruna. Tað seinra árið verður mestur dentur lagdur á setningslæru og málvariatión. Við próvtøku skal studenturin vísa - at hann dugur at brúka ljóðskrift - at hann hevur gott innlit í føroyska mállæru (ljóð-, bendingar- og setningsfrøði), og at hann hevur grundleggjandi kunnleika um merkingarfrøðilig hugtøk. Hann skal duga at lýsa ein tekst málfrøðiliga, t.e. greina ein tekst ella tekstbrot. Greiningin skal byggja á hugtøk, ið nýtt verða í almennari málfrøði - at hann kennir og dugir at lýsa tey sjónskastu málføriseyðkennini í føroyskum og kann vísa á tey týdningarmestu málføramørkini. Onnur málslig variatión, so sum sociolektir, skriftmál mótvegis talumáli o.a., kann eisini verða tikin við her. Til próvtøku í Mállæru II skal studenturin geva upp: Eina lærubók í almennari málfrøði Eina føroyska mállæru. Eitt verk samansett av greinum og ritgerðum, ið viðgera ymiskar tættir innan føroyska málfrøði. Hóskandi úrval av tekstum (25-40 s.), ið umboða ymiska stavseting. Tekstirnir skulu umboða høvuðsmálførini. Próvtøka í Mállæru II er eftir 4. hálvu. Mállæra I skal vera tikin fyri at kunna fara til próvtøku í Mállæru II.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3. og 4. lestrarhálvu
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.