1211.04 - Samskifti


Skeiðsnummar
1211.04
Heiti
Samskifti
ECTS
8
Endamál
At geva studentinum vitan um samskifti og miðlar (ástøði, greining og søgu) og at venja studentin at greina, tulka og kritiskt viðgera tekstir og samrøður í samskiftishøpi teirra.
Innihald
Lærugreinin viðger tað, sum sermerkir fjølmiðlar. Undirvísingin hevur til endamáls at geva studentinum vitan um samskifti og miðlar (ástøði, greining og søgu) og at venja studentin at greina, tulka og kritiskt viðgera tekstir og samrøður í samskiftishøpi teirra. Miðlarnir verða lýstir og greindir í sambandi við framkomu, menning og týdning teirra í ídnaðar- og upplýsingasamfelagnum. Til próvtøkuna skal studenturin duga at greiða frá samskiftis- og fjølmiðlavandamálum, greina tekstirnar á lestrarlistanum og viðgera teir í samskiftishøpi teirra og at greiða frá týðandi ástøði um samskifti og fjølmiðlar. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: 2 vísindalig verk um ástøði ella háttaløg fyri samskiftisgreining. 2 verk og 10 tekstir, ið umboða ymisk samskiftis- og fjølmiðlasløg; talan kann vera um skrivaðar og munnligar tekstir og myndir, fjølmiðlatekstir og privatar tekstir.
Læru- og undirvísingarhættir
4 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til munnliga roynd við 1/2 tíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. Ella 2: skriva eina fría skrivliga heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.