1542.06 - Skaldskapur av manna munni I


Skeiðsnummar
1542.06
Heiti
Skaldskapur av manna munni I
ECTS
8
Endamál
Endamálið er at geva studentunum grundleggjandi vitan um føroyskan kvæðaskaldskap – serliga kappakvæðini. Venja førleikan til at greina kvæði og skilja tær serligu mentanarligu, siðvenjuligu og søguligu fortreytirnar fyri hesum skaldskapi.
Innihald
Føroysk Kvæðayrking: Kvæðayrking er skaldskapur í bundnum máli á manna munni. Nú í tíðini kennast kvæði bert úr uppskriftum, prentaðum útgávum og ljóðútgávum, men vit brúka kortini vendingina ”á manna munni”, tí kvæðini vórðu til bert sum ljóðandi skaldskapur, og slíkur skaldskapur hevur livað eisini bert sum ljóð í fleiri hundrað ár. Elstu kvæðauppskriftirnar eru frá 1770-árunum, og í 1800-talinum varð dastið av føroyskum kvæðaskaldskapi savnað og uppskrivað. Høvuðsparturin av føroyskum kvæðaskaldskapi er tað kvæðaslagið, ið kallast kappakvæði, og skeiðið leggur høvuðsdentin á kappakvæðayrkingina. Nomið verður tó eisini við hini kvæðasløgini og kvæðayrking í øðrum Norðurlondum. Undirvísingin verður løgd eftir at geva yvirlit yvir eyðkenni, form, stíl, kompositión og innihald. Týðandi granskingarspurningar verða viðgjørdir. Arbeitt verður við nágreiniligum viðgerðum av einstøkum kvæðum. Dentur verður lagdur á traditiónstilgongdina, framsetingina og framførsluviðurskiftini so sum brúk og funktión, har dentur verður lagdur á fólksliga mentanarliga umhvørvið og tað samskifti, ið treytar kvæðamentanina í munnliga tíðarskeiðinum og í tíðarskeiðinum, tá samskiftið broytist frá munnligum til skrivligt. Til próvtøkuna skal studenturin vísa hollan kunnleika til føroyska kappakvæðayrking, greina eitt kappakvæði við atliti til innihald og stíl, greiða frá traditiónstilgongdini og teimum treytum fyri lívi og skapan, ið eyðkenna skaldskap av manna munni í formi og innihaldi, og lýsa ymsar uppfatanir og sjónarmið innan gransking við atliti at vísindaligum og mentanarligum rákum í tíðini. Til próvtøku verða uppgivin: seks kappakvæði, eitt sannsøguligt kvæði, eitt riddarakvæði, eitt halgikvæði og eitt náttúrukvæði. Allir tekstir verða lisnir í normaliseraðum sniði. Av ástøði skal uppgevast so mikið, sum svarar til fýra vísindalig verk.
Læru- og undirvísingarhættir
2 vikutímar í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til skrivliga roynd í 6 tímar ella 2: skriva fría heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Eyðun Andreassen