1543.06 - Skaldskapur av manna munni II


Skeiðsnummar
1543.06
Heiti
Skaldskapur av manna munni II
ECTS
8
Endamál
Endamálið er at geva eitt grundleggjandi innlit í munnliga frásøgutraditión (ævintýr og sagnir) og geva venjing í at greina og skilja hesar søgur.
Innihald
Ævintýr og sagnir: Ævintýr eru kend á øllum málum og hjá øllum fólkasløgum. Elsti vitnisburður um eina slíka søgu er úr 7. øld fyri Krist. Ábendingar um ævintýr á norðurlandamálum eru frá umleið ár 1200. Ævintýr eru sum søguslag munnligur skaldskapur, men eru nú í tíðini og á okkara leiðum so at siga einans kend í uppskriftum, ið stava úr 1800- og 1900-tølunum. Størsti bólkurin av ævintýrum nevnist gandaævintýr, og hann er høvuðsevnið á skeiðnum. Skeiðið savnar seg um vond og tulking av ævintýrum. Ymsar vandargreiningar verða viðgjørdar og ymsar uppfatanir av, hvussu hetta søguslag skal fatast mentanarliga og sálarfrøðiliga. Sagnir eru staðbundnar munnligar frásagnir í realistiskum stíli. Kortini er hetta skaldskaparligt søguslag við eyðkennum og motivum, ið kennast aftur tvørtur um landafrøðilig, málslig og mentanarlig mørk. Hóast sín realistiska stíl eru sagnir eyðkendar av órealistiskum innihaldi, har fólkslig pátrúgv og gandur eru týðandi partar. Sagnir eru lutvíst livandi á manna munni, men eins og ævintýrini hava vit í dag stór søvn av sagnum uppskrivað og savnað á annan hátt tey seinastu á leið 200 árini. Skeiðið er ætlað at lýsa sagnir í teirra mentanarliga samanhangi og tey eyðkenni, tey bera sum munnligt frásøguslag. Savnið hjá Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr er hin mest týðandi keldan til føroysk ævintýr og føroyskar sagnir. Til próvtøku verða uppgivnar uml. 50 síður av prentaðum ævintýrum og uml. 50 síður av prentaðum sagnum. Bandupptøkur ella aðrar miðlafestingar kunna vera partar av tí uppgivnu nøgdini. Av ástøði skal uppgevast tað, sum svarar til trý vísindalig verk.
Læru- og undirvísingarhættir
2 vikutímar í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann fara til 1: skrivliga roynd í 6 tímar ella 2: fría heimauppgáva. Uttanhýsispróvdøming.