1022.00 - Mállæra


Skeiðsnummar
1022.00
Heiti
Mállæra
ECTS
16
Endamál
At geva studentinum hollan teoretiskan og praktiskan kunnleika um føroyska mállæru.
Innihald
Undirvísingin skal geva studentinum hollan teoretiskan og praktiskan kunnleika um føroyska mállæru. Í undirvísingini verða nýttar lærubøkur og ritgerðir, sum eru tað vísindaliga grundstøðið, ið studenturin arbeiðir á. Føroyskir tekstir verða viðgjørdir í tann mun, tað verður hildið at vera neyðugt. Eisini verður føroyskt mál borið saman við onnur norðurlendsk mál og við eldri føroysk málstig. Viðgerðin fatar um báði skrivað og talað mál. Mállæra er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, báði alment og í tí einstaka málinum. Her verður, sum vera man, høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina sætt í mun til onnur nær skyld mál, og komið verður í stóran mun inn á almenn málfrøðilig fyribrigdir og hugtøk. Læran um bygnaðin í málinum (t.e. úttrykssíðuna) fellur í trinnanda tættir, ið verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum samljóði. Hesir tættirnir eru: ljóðlæra (fonologi), orða- og bendingarlæra (morfologi) og setningslæra (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður umrødd undir merkingarfrøðini (semantikkinum). Lært verður um málførir, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sociolektir, talumál og skriftmál). Lisin verður ein málvísindalig lærubók, ið førir studentin inn í teir ymsu tættirnar í mállæruni. Próvtøka: Ljóðfrøðin skal vera tikin, áðrenn farið verður til próvtøku í mállæru. Við próvtøku skal studenturin kunna vísa: - at hann hevur gott innlit í føroyska mállæru (ljóð-, bendingar- og setningsskipan), og at hann hevur grundleggjandi kunnleika um merkingarfrøðilig hugtøk. Hann skal kunna lýsa ein tekst málfrøðiliga, t.e. greina ein tekst ella tekstbrot. Greiningin skal byggja á hugtøk, ið nýtt verða í almennari málfrøði; - at hann kennir og dugir at lýsa tey sjónskastu málføriseyðkennini í føroyskum og kann vísa á tey týdningarmestu málføramørkini. Onnur málslig variatión, so sum sociolektir, skriftmál mótvegis talumáli o.s.fr., kann eisini verða tikin við her. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: Eina lærubók um almenna málfrøði. Eina føroyska mállæru. 1 verk sett saman av greinum og ritgerðum, ið viðgera ymiskar tættir innan føroyska málfrøði. Hóskandi úrval av tekstum (25-50 s.), ið umboða ymiska stavseting. Tekstirnir skulu umboða høvuðsmálførini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 4 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.