1023.00 - Ljóðfrøði


Skeiðsnummar
1023.00
Heiti
Ljóðfrøði
ECTS
4
Endamál
At geva studentinum hollan kunnleika um ljóðfrøðilig hugtøk og læra hann at endurgeva tekstir við ljóðskrift (IPA).
Innihald
Lokið prógv í ljóðfrøði er treyt fyri at kunna fara til próvtøku í mállæru. Ljóðfrøðin (fonetikkur) er ein grundleggjandi fortreytin fyri øllum vísindaligum arbeiði við máli og er neyðug fyri at skilja ljóðskipanina í málinum. Farið verður ígjøgnum eina lærubók, sum førir studentin inn í teir ymsu tættirnar í ljóðfrøðini, fyrst og fremst ljóðgerðina (artikulatoriska ljóðfrøði), men eisini tann alisfrøðiliga (akustiska) partin og um hoyrn og ljóðuppfatan (auditiva ljóðfrøði). Studenturin skal hava hollan kunnleika um ljóðfrøðilig hugtøk og duga at endurgeva tekstir við ljóðskrift (IPA), og hann eigur at læra at vera tilvitandi um egnan framburð og duga at endurgeva henda framburð í ljóðskrift. Við próvtøkuna skal studenturin vísa: - at hann hevur innlit í grundleggjandi ljóðfrøðilig hugtøk. - at hann dugir at nýta ljóðskrift (IPA). Til próvtøkuna gevur studenturin upp: Eina lærubók í ljóðfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna ta fyrstu lestrarhálvuna.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsis próvdøming.