1211.08 - Samskifti
Skeiðsnummar
1211.08
Heiti
Samskifti
ECTS
10
Endamál
• at geva studentinum vitan um samskifti og miðlar (ástøði, greining og søgu)
• at venja studentin at greina, tulka og kritiskt viðgera tekstir og samrøður í samskiftishøpi teirra
Innihald
Lærugreinin viðger tað, sum sermerkir fjølmiðlar.
Miðlarnir verða lýstir og greindir í sambandi við framkomu, menning og týdning teirra í ídnaðar- og upplýsingasamfelagnum.
Próvtøka
Til próvtøkuna skal studenturin duga at
• greiða frá samskiftis- og fjølmiðlavandamálum
• greina tekstirnar á lestrarlistanum og viðgera teir í samskiftishøpi teirra
• greiða frá týðandi ástøði um samskifti og fjølmiðlar
Lestrarlisti
Til próvtøkuna gevur studenturin upp:
3 vísindalig verk um ástøði ella háttaløg fyri samskiftisgreining.
2 verk og 15 tekstir, ið umboða ymisk samskiftis- og fjølmiðlasløg; talan kann vera um skrivaðar og munnligar tekstir og myndir, fjølmiðlatekstir og privatar tekstir.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 4 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Studenturin fer til munnliga roynd við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg.
Uttanhýsispróvdøming.