1221.04 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
1221.04
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
8
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at studenturin ognar sær kunnleika um søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag, lærir seg at hugsa kritiskt um ástøðisgerð og lærir seg at nýta ástøði kritiskt.
Innihald
Undirvísingin umfatar ein inngang til hugvísindaligar vísindateoretiskar spurningar. Haraftrat verður serligur dentur lagdur á at viðgera tær vísindateoretisku støðurnar og spurdómarnar, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um søgu, innihald, háttaløg og menningarleiðir hjá vísindagreinini og lærugreinini føroyskum. Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at lýsa ástøðiligar tekstir á lestrarlistanum í søguligum høpi og at greina faksøguligar spurningar og ástøðiligu bakgrund teirra. Til royndina gevur studenturin upp 350 síður. Av teimum skulu umleið 200 síður vera í almennum vísindasástøði og søgu tess og umleið 150 síður í frøðiligum og faksøguligum tekstum viðvíkjandi føroyskum sum vísindagrein og lærugrein.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará