1221.08 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
1221.08
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
10
Endamál
at studenturin • ognar sær kunnleika um søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag • lærir seg at hugsa kritiskt um ástøðisgerð • lærir seg at nýta ástøði kritiskt
Innihald
Undirvísingin umfatar ein inngang til hugvísindaligar vísindateoretiskar spurningar. Haraftrat verður serligur dentur lagdur á at viðgera tær vísindateoretisku støðurnar og spurdómarnar, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um søgu, innihald, háttaløg og menningarleiðir hjá vísindagreinini og lærugreinini føroyskum. Próvtøka Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at • lýsa ástøðiligar tekstir á lestrarlistanum í søguligum høpi • greina faksøguligar spurningar og ástøðiligu bakgrund teirra Lestrarlisti Til royndina gevur studenturin upp 350 síður. Av teimum skulu umleið 200 síður vera í almennum vísindaástøði og søgu tess og umleið 150 síður í frøðiligum og faksøguligum tekstum viðvíkjandi føroyskum sum vísindagrein og lærugrein.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við innanhýsispróvdøming.