1012.08 - Norrønt


Skeiðsnummar
1012.08
Heiti
Norrønt
ECTS
12
Endamál
Endamálið við náminum er at útvega sær góðan kunnleika í norrønum máli, sum er neyðugur hjá teimum, ið vilja granska málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska.
Innihald
Við norrønt er her at skilja tað forna málið í Noregi og londunum vesturi í Atlantshavi, ið vórðu bygd haðani. Heimildir um hetta mál eru til skjals fyrst og fremst í hinum ríku forníslendsku bókmentunum, sum høvdu blómingarskeið sítt í 13. øld, men eisini úr Noregi sjálvum er nógv málsligt tilfar varðveitt úr miðøld, ofta í íslendskum handritum. Í Føroyum er lítið til av skrivligum úr miðøld: Seyðabrævið frá 1298 og nøkur skjalsbrøv frá tíðini um 1400 er tað týdningarmesta. Endamálið við náminum er at útvega sær góðan kunnleika í norrønum máli, sum er neyðugur hjá teimum, ið vilja granska málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna í teirri regluskipaðu (normaliseraðu) stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, og føroysk málslig nýrøkt hevur í stórum leitað sær bót í norrønum fornmáli. Lisið verður hóskandi úrval av norrønum tekstum, t.d. úr Snorra Eddu og íslendinga- og kongasøgum. Saman við tekstalestrinum verður farið ígjøgnum høvuðstættir í nor¬rønari mállæru við denti á ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Bókin Hugin og Munin eftir Jonhard Mikkelsen er ætlað studentaskúlanæmingum. Mælt verður til, at studentarnir hava lisið hana, áðrenn tey fara undir lesturin. Próvtøka Við próvtøkuna skal studenturin • umseta kendan ella ókendan norrønan tekst • prógva dyggan kunnleika um norrøna málkervið: ljóðlagsfrøði (fonologi), formlæru (morfologi) og setningsfrøði (syntax), sum tað er vorðið í regluskipaðum (normaliseraðum) miðaldartekstum • lýsa eyðkenni hjá málformi í uppgivnum tekstum, stíli teirra og tekstslag • seta uppgivnu tekstirnar í bókmenta-, sið- og samfelagssøguligt høpi og vísa kunnleika um varðveitslu teirra. Lestrarlisti Ein norrøn mállæra (t.d. Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. utg., 1973, ella Eskil Hansen, Else Mundal, Kåre Skadberg: Norrøn grammatikk, 1975, ella Odd Einar Haugen: Grunnbok i norrønt språk, 2001). 100 bls. í óbundnum máli býttar millum ymisk tekst- og stílsløg. 1 vísindaligt verk, sett saman av styttri ritgerðum og greinum, sum hava samband við uppgivnu tekstirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 2 hálvur og 3 vikur í eina hálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen