1013.06 - Málsøga


Skeiðsnummar
1013.06
Heiti
Málsøga
ECTS
8
Endamál
At geva innlit í norðurlendska, serliga føroyska málsøgu.
Innihald
Við støði í tekstum frá elstu tíð til okkara dagar verða aðaltættirnir í norðurlendskari og serliga føroyskari málsøgu viðgjørdir. Serligur dentur verður lagdur á ljóð- og formbroytingar, og nomið verður eisini við søguna hjá orðfeinginum gjøgnum tíðirnar. Eisini verður komið inn á ta ytru málsøguna, t.e. lív og líkindi hjá málinum í samfelagnum í skiftandi tíðum. Kunnað verður um føroyskan navnasið (staðanøvn og fólkanøvn). Søgan hjá føroyskum skriftmáli verður viðgjørd. Við próvtøkuna skal studenturin gera greiði á høvuðsdráttum í søguni hjá teimum norðurlendsku málunum við høvuðsdenti á vestanmálini og gera greiði á høvuðsdráttum í føroyskari málsøgu frá o.u. 1300 til nútíðina. Til próvtøkuna skulu gevast upp: 50 síður av teksti, sum umboða ymisk málsøgulig tíðarskeið. Tvey vísindalig verk, sum kunnu vera sett saman av styttri ritgerðum og greinum.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.