1015.08 - Málnýtsla


Skeiðsnummar
1015.08
Heiti
Málnýtsla
ECTS
8
Endamál
Endamálið við lærugreinini er, at studenturin • lærir seg at greina málnýtslu og stíl á valdum yrkisøkjum • ognar sær ástøðiligan kunnleika um málnýtslu og stílfrøði • fær venjing í at meta og laga mál til ymiska nýtslu
Innihald
Eitt úrval av munnligum og skrivligum yrkistekstum verður greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum. Talan kann vera um stílfrøði, tungulist, samfelagsmálfrøði ella diskursiva greining. Greind kunnu verða dømi um politiskt mál, ítróttarmál, vísindaligt mál, fjølmiðlamál ella undirvísingartekstir. Eisini kunnu tekstir hjá valdum bólkum verða kannaðir, sum t.d. barnamál, ungdómsmál. Ástøði um stíl og málnýtslu verður lisið og viðgjørt í samanhangi við greindu málsligu dømini fyri at stuðla undir øðrumegin fatan av málfjølbroytni og hinumegin innlit í støðið undir málrøkt og kunning um normar. Studenturin ognar sær venjing í at meta og laga mál til ymisk endamál. Próvtøka Studenturin skal duga at • umrøða uppgivið ástøði • greina ein tekst við atliti at málnýtslu- og stíleyðkennum • seta greindan tekst í samband við lisið ástøði Lestrarlisti Uppgivnar verða uml. 200 síður av ástøðiligum teksti um málnýtslu og hóskandi síðutal av tekstdømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður í lærugreinini 2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til skrivliga roynd í 6 tímar. Ella: 2: fara til munnliga roynd við hálvtíma fyrireiking. Innanhýsispróvdøming.