1022.08 - Mállæra I


Skeiðsnummar
1022.08
Heiti
Mállæra I
ECTS
12
Endamál
Endamálið er at geva studentinum hollan ástøðiligan og verkligan kunnleika um føroyska mállæru og um almenna málfrøði.
Innihald
Mállæra (grammatikk) er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, bæði alment og í tí einstaka málinum. Her verður høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina samanborið við onnur nær skyld mál, og almenn málfrøðilig fyribrigdi og hugtøk verða nýtt í viðgerðini. Læran um bygnaðin í málinum (t.e. úttrykssíðuna) fellur í trinnanda tættir, ið verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum samljóði. Hesir tættirnir eru: ljóðskipanarfrøði (fonologi), formfrøði (morfologi), t.e. orða- og bendingarlæra, og setningsfrøði (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður viðgjørd í merkingarfrøðini (semantikkinum). Lært verður um málføri, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sociolektir, talumál, skriftmál). Sum støði undir viðgerðini av føroyskum verður ein lærubók í almennari málfrøði lisin, møguliga saman við einari lærubók í ljóðfrøði. Lisin verður ein føroysk mállæra, og hartil greinir og ritgerðir um føroyskt mál. Tekstir verða lisnir, ið umboða ymisk málføri, og eisini kann verða arbeitt við ljóðupptøkum. Í Mállæru I verður serligur dentur lagdur á ljóðfrøði (fonetikk), sum er óundansleppandi amboð í málgransking. Her lærir studenturin m.a. ljóðskrift og grundleggjandi ljóðfrøðilig hugtøk. Hann fær javnan uppgávur fyri, sum hann skal lata inn. Sum framhald av hesum verður lært um ta føroysku ljóðskipanina. Hetta fyrra árið er eisini hóskandi at læra um merkingarfrøði og at fara undir formlæruna. Próvtøka Við próvtøkuna í Mállæru I skal studenturin vísa, at hann dugir at brúka ljóðskrift. Harumframt fevnir próvtøkan um teir tættir í málfrøðini, ið gjøgnumgingnir eru í undirvísingini. Lestrarlisti Til próvtøku í Mállæru I er ikki neyðugt at lata inn lestrarlista.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í 1. og 2. lestrarhálvu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við innanhýsispróvdøming. Próvtøka í Mállæru I er eftir 2. hálvu, og Mállæra I skal vera tikin fyri at kunna fara til próvtøku í Mállæru II.
Ábyrgd
Kristin Marjun Magnussen