1023.08 - Mállæra II


Skeiðsnummar
1023.08
Heiti
Mállæra II
ECTS
8
Endamál
Endamálið er at geva studentinum hollan ástøðiligan og verkligan kunnleika um føroyska mállæru og um almenna málfrøði.
Innihald
Mállæra (grammatikk) er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, bæði alment og í tí einstaka málinum. Her verður høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina samanborið við onnur nær skyld mál, og almenn málfrøðilig fyribrigdi og hugtøk verða nýtt í viðgerðini. Læran um bygnaðin í málinum (t.e. úttrykssíðuna) fellur í trinnanda tættir, ið verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum samljóði. Hesir tættirnir eru: ljóðskipanarfrøði (fonologi), formfrøði (morfologi), t.e. orða- og bendingarlæra, og setningsfrøði (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður viðgjørd í merkingarfrøðini (semantikkinum). Lært verður um málføri, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sociolektir, talumál, skriftmál). Sum støði undir viðgerðini av føroyskum verður ein lærubók í almennari málfrøði lisin, møguliga saman við einari lærubók í ljóðfrøði. Lisin verður ein føroysk mállæra, og hartil greinir og ritgerðir um føroyskt mál. Tekstir verða lisnir, ið umboða ymisk málføri, og eisini kann verða arbeitt við ljóðupptøkum. Í Mállæru II verður mestur dentur lagdur á setningslæru og málvariatión, og er hetta framhald av Mállæru I. Próvtøka Við próvtøkuna í mállæru II skal studenturin vísa: • at hann dugur at brúka ljóðskrift • at hann hevur gott innlit í føroyska mállæru (ljóð-, bendingar- og setningsfrøði), og at hann hevur grundleggjandi kunnleika um merkingarfrøðilig hugtøk. Hann skal duga at lýsa ein tekst málfrøðiliga, t.e. greina ein tekst ella tekstbrot. Greiningin skal byggja á hugtøk, ið nýtt verða í almennari málfrøði • at hann kennir og dugir at lýsa tey sjónskastu málføriseyðkennini í føroyskum og kann vísa á tey týdningarmestu málføramørkini. Onnur málslig variatión, so sum sociolektir, skriftmál mótvegis talumáli o.a., kann eisini verða tikin við her Lestrarlisti: Eina lærubók í almennari málfrøði Eina føroyska mállæru. Eitt verk samansett av greinum og ritgerðum, ið viðgera ymiskar tættir innan føroyska málfrøði. Hóskandi úrval av tekstum (25-40 s.), ið umboða ymiska stavseting. Tekstirnir skulu umboða høvuðsmálførini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 3. og 4. hálvu
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming. Próvtøka í Mállæru II er eftir 4. hálvu. Mállæra I skal vera tikin fyri at kunna fara til próvtøku í Mállæru II.
Ábyrgd
Kristin Marjun Magnussen