1047.15 - Norðurlendskt mál - Norskt


Skeiðsnummar
1047.15
Heiti
Norðurlendskt mál - Norskt
ECTS
2
Fortreytir
Students-, hf- ella annað samsvarandi prógv. Tað er ein fyritreyt, at studenturin hevur føroyskt móðurmál ella førleika, ið samsvarar tí.
Endamál
Endamálið við Norskum er at seta norska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at studenturin ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá norskum frá umleið 1300 til nútíðina. Dentur verður lagdur á at lýsa menningina hjá nýnorskum og bókmáli og støðuna hjá teimum í norska samfelagnum.
Innihald
Lisið verður eitt hóskandi úrval av tekstum, sum umboða ymisk tíðarskeið, samstundis sum ymisk ástøði og háttaløg verða umrødd. Høvuðsdenturin liggur í tí málsøguliga partinum, men samtíðarlig viðurskifti, t.d. dialektir og samfelagsmálvísindi, kunnu eisini verða tikin við sum partur av frálæruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálæran fer fram sum sjálvstøðugt intensivt skeið við gestalærara, og tí ber ikki til at áseta, nær skeiðið verður hildið. Skeiðið er 15 tímar. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við bólkarbeiði.
Læruúrtøka
Studenturin skal vera førur fyri at • greiða frá grundleggjandi málsøguligum (í minni mun dialektalum og samfelagsmálvísindaligum) fyribrigdum í norskum • greina munir og líkleikar millum ávikavist norskt og føroyskt og millum nýnorskt og bókmál • umrøða viðkomandi spurningar fakliga dygt og kunna miðla sína vitan um norskt munnliga eins væl og skrivliga
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum lisið er á skeiðinum, ella 50 síður.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen