1049.15 - Norðurlendsk mál - Íslendskt og Svenskt


Skeiðsnummar
1049.15
Heiti
Norðurlendsk mál - Íslendskt og Svenskt
ECTS
6
Fortreytir
Students-, hf- ella annað samsvarandi prógv. Tað er ein fyritreyt, at studenturin hevur føroyskt móðurmál ella førleika, ið samsvarar tí.
Endamál
Endamálið er, at studentarnir ogna sær praktiskan og ástøðiligan kunnleika í íslendskum og svenskum. Í hesum sambandi verður eitt hóskandi úrval av tekstum lisið.
Innihald
Námið er samansett av tveimum skeiðum: einum í íslendskum, donskum ella svenskum. Hvørt skeið er umleið 15 tímar. Av tí at frálæran fer fram sum sjálvstøðug skeið við gestalærarum, ber ikki til at áseta, nær skeiðini verða hildin Um studentur fylgir 80% av tímunum í hvørjum norðurlandamáli og er virkin í undirvísingini, sleppur hann frá roynd.
Læruúrtøka
Til próvtøkuna skal studenturin prógva praktiskan og ástøðiligan kunnleika í íslendskum og svenskum.
Próvtøkuháttur
Munnlig roynd við hálvtíma fyrireiking verður hildin eftir hvørt skeiðið sær. Hjálparamboð eru uppgivnir tekstir og orðabøkur. Lærarin, sum hildið hevur skeiðið, ella ábyrgdarlærarin hevur studentin til próvtøku við innanhýsispróvdøming. Um studentur fylgir 80% av tímunum í hvørjum norðurlandamáli og er virkin í undirvísingini, sleppur hann frá roynd. Til próvtøkuna skal studenturin prógva praktiskan og ástøðiligan kunnleika í íslendskum og svenskum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen