1211.10 - Samskifti


Skeiðsnummar
1211.10
Heiti
Samskifti
ECTS
10
Endamál
Lærugreinin viðger tað, sum sermerkir fjølmiðlar. Undirvísingin hevur til endamáls • at geva studentinum vitan um samskifti og miðlar (ástøði, greining og søgu) • at venja studentin at greina, tulka og kritiskt viðgera tekstir og samrøður í samskiftishøpi teirra
Innihald
Miðlarnir verða lýstir og greindir í sambandi við framkomu, menning og týdning teirra í ídnaðar- og upplýsingasamfelagnum. Próvtøka Til próvtøkuna skal studenturin duga at • greiða frá samskiftis- og fjølmiðlavandamálum • greina tekstirnar á lestrarlistanum og viðgera teir í samskiftishøpi teirra • greiða frá týðandi ástøði um samskifti og fjølmiðlar Lestrarlisti Til próvtøkuna gevur studenturin upp: 3 vísindalig verk um ástøði ella háttaløg fyri samskiftisgreining. 2 verk og 15 tekstir, ið umboða ymisk samskiftis- og fjølmiðlasløg; talan kann vera um skrivaðar og munnligar tekstir og myndir, fjølmiðlatekstir og privatar tekstir.
Læru- og undirvísingarhættir
4 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar ella skriva eina bundna heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir