1223.10 - Vísindaástøði II


Skeiðsnummar
1223.10
Heiti
Vísindaástøði II
ECTS
5
Endamál
at studenturin við støði í Vísindaástøði I • kunnar seg við ástøðiligar spurningar, sum hava týdning í vísindaligari viðgerð av máli og bókmentum • kunnar seg við granskingarsøguna hjá føroyskum máli og bókmentum • lærir seg at nýta ástøði kritiskt
Innihald
Undirvísingin viðger vísindaástøðiligar støður og spurdómar í mál- og bókmentanámi og –gransking. Hon setir haraftrat granskingarsøguna hjá føroyskum máli og bókmentum í ástøðiligt høpi. Próvtøka Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at • greina ástøðiligar spurningar viðvíkjandi mál- og bókmentagransking • greina granskingarsøguligar spurningar í ástøðiligum høpi Lestrarlisti Til royndina gevur studenturin upp umleið 150 síður av ástøðiligum og granskingarsøguligum tekstum.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir