1301.12 - Málbroyting og málvariatión (BA)


Skeiðsnummar
1301.12
Heiti
Málbroyting og málvariatión (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið støðisnám í føroyskum
Endamál
Endamálið er at gera tey lesandi før fyri at skilja vísindagreinarnar málbroyting og málvariatión og at arbeiða við teimum.Tey lesandi skulu fáa ástøðiliga, praktiska og háttalagsliga vitan um tær málsligu frøðigreinarnar málbroyting og málvariatión og kenna til høvuðsheitini, sum nýtt verða, tá ið talan er um málbroyting og málvariatión.
Innihald
Skeiðið er samansett av tveimum pørtum: einum parti um málbroytingar søguliga og samtíðarliga við Hjalmari P. Petersen sum lærara og einum parti um málvariatión við Jógvani í Lon Jacobsen sum lærara. Báðir partar tilsamans telja 10 ects. Nýtt verður eitt strukturalistiskt háttalag í málbroytingarpartinum. Í tí samfelagsmálvísindaliga partinum verða kvantitativ og kvalitativ háttaløg nýtt, og kunnað verður m.a. um, hvussu hagfrøði kann nýtast í kanningum av málvariatión . í tí ástøðiliga partinum verða orsakir til málbroytingar og málvariatión viðgjørdir og roynt verður at svara spurningum sum: hvat, hvussu og hví.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing og studentaframløgur. Fyrri parturin av skeiðinum er um málbroyting, seinni partur er um málvariatión.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi vitan um háttaløg og ástøði, ið knýta seg at málbroyting og málvariatión og duga at meta um tær mekanismur, sum fremja broyting og variatión, bæði innari og ytri umframt aðrar grundir til málbroyting. Tey lesandi skulu vera før fyri at lesa faktekstir um evnið og meta um teir. Við hesari vitan skal tann lesandi: • Kunna arbeiða verkliga og ástøðiliga við málbroyting og málvariatión og harvið skilja munin millum normativ og deskriptiv málvísindi • Kunna miðla fakliga vitan innan hesi øki munnliga eins væl og skrivliga • Hava fingið innlit í, hvussu til ber at arbeiða við málbroytingum og málvariatión • Hava fingið fyritreytir fyri at skilja, at málbroyting og málvariatión eru natúrlig fyribrigdi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Ein próvtøka er fyri alt skeiðið.
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti L. Champbell Historical Linguistics R.A. Hudson: Sociolinguistics
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen