1304.12 - Føroysk málføri (BA)


Skeiðsnummar
1304.12
Heiti
Føroysk málføri (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið støðisnám í føroyskum
Endamál
At viðgera føroyska málvariatión og fremja tilvitanina hjá tí lesandi um hana.
Innihald
Lagt verður fyri við at lýsa málvariatión alment, av hvørjum slag hon kann vera, og hvat ið treytar hana. Sum grundbók verður her brúkt Chambers & Trudgill: Dialectology. Við støði í valdum variablum (brigðlum) verða føroyskar dialektir gjøgnumgingnar. Hetta verður í fyrstu syftu gjørt úr nútíðarsjónarhorni, men eisini verður litið aftureftir fyri at fáa tað málsøguliga baksýnið við. Hugt verður at teimum ymisku pørtunum í málskipanini, men mest verður gjørt burtur úr ljóðskipan (fonologi) og bendingarskipan (morfologi), men nert verður eisini við setningaskipan (syntaks), eins og komið verður inn á mun í orðfeingi (leksikon) og orðalag. Greinir og brot úr verkum sum viðgera føroyskan bygdamálsmun, verða lisin (sí fyribils lestrarlista). Eldri lýsingar av føroyskum máli verða gjøgnumgingnar fyri at vita hvat tær siga um dialektalan mun, og hugt verður at royndum sum eru gjørdar at flokka dialektirnar. Sætt úr nútíðar sjónarhorni verður hugt at dialektnýtslu ella dialektalari variatión í almennum høpi, t.d. í fjølmiðlum og skúla, talu mótvegis skrift o.s.fr. Spurningurin um vit hava eitt "ríkisføroyskt" ella eru á veg hagar, verður havdur á lofti. Arbeitt verður við tekstum og møguliga upptøkum, og rúm er eisini fyri studentaframløgum, t.d. við støði í egnum eygleiðingum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingarformurin er fyrilestrar, tekstgjøgnumgongd, studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur tikið skeið í føroyskum málførum, hevur fingið holla vitan um málvariatión alment og serliga um føroysk málføri umframt kunnleika um ástøði og háttaløg, sum verða nýtt í kanningum av málvariatión. Við hesari vitan skal tann lesandi kunna: • gera grein fyri ymiskum sløgum av málvariatión • arbeiða verkliga og ástøðiliga við málvariatión • staðfesta føroysk málbrigdi í høvuðsheitum • umrøða spurningar um málvariatión fakliga dygt • miðla vitan um málvariatión
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
fyribils): Chambers & Trudgill: Dialectology. Cambridge Textbooks in Linguistics. Björn Hagström: Ändelsevokalerna i färöiskan. Stockholm 1967. V. U. Hammershaimb: Færøsk anthologi. København 1891. Anfinnur Johansen o.o.: Eivindaródn. Fróðskapur 2012. Eivind Weyhe: Málføri í Føroyum (handrit). Eivind Weyhe: Í miðjum grasgarði. Føroya Fróðskaparfelag 2003. Eivind Weyhe: Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Fróðskapur 2011
Ábyrgd
Eivind Weyhe