1418.15 - Barnabókmentir (MA)


Skeiðsnummar
1418.15
Heiti
Barnabókmentir (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum við góðum úrsliti ella hava samsvarandi fortreytir. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At tú ognar tær kunnleika um føroyska barnabókmentasøgu og fyritreytir hennara; harumframt innlit í barnabókmentagransking. At tú fært førleika at arbeiða kritiskt við barnabókmentum. Tá skeiðið er lokið, skalt tú kunna skilja vísindatekstir um evnið og duga at nýta teir í greining av barnabókmentaligum evnum og tekstum.
Innihald
Dentur verður lagdur á barnabókmentir alment og serstakliga barnabókmentir í Føroyum og støðu teirra. Tú fert at lesa um barnabøkur søguliga og ástøðiliga alment og í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá lærara og teimum lesandi og lutvíst framløgur við støði í bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: • Lýsa barnabókmentir sum alment hugtak. • Lýsa føroyska barnabókmentasøgu ástøðiliga og søguliga. • Nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið. • Lýsa støðuna hjá barnabókmentum í bókmentastovninum og samfelagnum úr søguligum og samtíðarligum sjónarhorni. • Orða teg um barnabókmentir munnliga og skrivliga. • Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk. • Leita fram tilfar um evnið og kritiskt skifta orð um tað.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
• Nýggj leiti. Seks greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009. Sprotin 2013. • Sigurðardóttir, Turið. 2004. “Robinson Kruso á føroyskum: Mentan og politikkur”. Bókmentasøgur. Føroya Fróðskaparfelag: 32-71. Er á www.setur.fo • Sigurðardóttir, Turið. [kemur fyrst í 2015]. Føroyskar barnabókmentir. Søguligt umhvarv og greiningar. • Umframt tað verða ymiskar greinar lisnar.
Ábyrgd
Tóta Árnadóttir