1541.08 - Skaldskapur av manna munni


Skeiðsnummar
1541.08
Heiti
Skaldskapur av manna munni
ECTS
12
Endamál
Skeiðið skal veita teimum lesandi innlit í munnligu skaldskaparlistina á bundnum og óbundnum máli.
Innihald
Undirvíst verður í kvæðum, sagnum og ævintýrum. Dentur verður lagdur á munnligu skapanartilgongdina og søguligu fortreytirnar fyri, at hesin skaldskapur er, sum hann er. Arbeitt verður við stíli, kompositión, vond, innihaldsfatan og frásøguumhvørvi. Lesturin kann skipast tvørgreinarliga ella eftir evni, við t.d. einari skaldskapargrein hvørja lestrarhálvu. Í báðum førum verður lesturin savnaður um gjøgnumgongd av tekstum í hóskandi úrvali, ið umboða høvuðspartarnar av hesum skaldskapi í Føroyum. Í kvæðaskaldskapi verður høvuðsdenturin lagdur á kappakvæði, ið er nógv hin størsti parturin av upprunaligari føroyskari kvæðayrking. Kvæðini verða lisin við frábrigdum, harav minst eitt við frábrigdum á einum øðrum norðurlendskum máli. Av sagnum verður lisið eitt úrval, ið umboðar fleiri sagnasløg, og av ævintýrum eitt úrval, ið vísir føroyskan frásøgudám. Próvtøka Til próvtøku skal studenturin • greiða frá munnligu skapanartilgongdini sum fortreyt fyri eyðkennum við skaldskapinum, herundir samskiftisligum viðurskiftum • vísa tulkingarmøguleikar og -royndir við tekstum • kunna lýsa munnliga skaldskapin í sínum søguligu fortreytum • greiða frá mentanarligari og samfelagsligari funktión hjá hesum skaldskapi Lestrarlisti Trý kappakvæði við frábrigdum og tvey onnur kvæði í hinum norðurlendsku kvæða-bólkunum. Uml. 50 síður av prentaðum sagnum. Uml. 50 síður av prentaðum ævintýrum. Bandupptøkur ella aðrar miðlafestingar kunna verða partar av uppgávuni í sagnum og ævintýrum. Av ástøði skal uppgevast tað, ið svarar til 5 vísindalig verk, sum viðgera allar tríggjar skaldskapargreinirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til skrivliga roynd í 6 tímar Ella 2: skriva eina bundna heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Eyðun Andreassen