1016.11 - Norrønt I


Skeiðsnummar
1016.11
Heiti
Norrønt I
ECTS
8
Endamál
Endamálið við náminum er at útvega sær góðan kunnleika í norrønum máli, sum er neyðugur hjá teimum, ið vilja granska málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna í teirri regluskipaðu (normaliseraðu) stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, og føroysk málslig nýrøkt hevur í stórum leitað sær bót í norrønum fornmáli.
Innihald
Við norrønt er her at skilja tað forna málið í Noregi og londunum vesturi í Atlantshavi, ið vórðu bygd haðani. Heimildir um hetta mál eru til skjals fyrst og fremst í hinum ríku forníslendsku bókmentunum, sum høvdu blómingarskeið sítt í 13. øld, men eisini úr Noregi sjálvum er nógv málsligt tilfar varðveitt úr miðøld, ofta í íslendskum handritum. Í Føroyum er lítið til av skrivligum úr miðøld: Seyðabrævið frá 1298 og nøkur skjalsbrøv frá tíðini um 1400 er tað týdningarmesta. Lisið verður hóskandi úrval av norrønum tekstum, t.d. úr Snorra Eddu og íslendingasøgum. Saman við tekstalestrinum verður farið ígjøgnum høvuðstættir í norrønari mállæru við denti á ljóðlæru og bendingarlæru. Mállæran eftir Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. útg., 1973, verður nýtt. Bókin Hugin og Munin eftir Jonhard Mikkelsen er ætlað studentaskúlanæmingum. Mælt verður til, at studentarnir hava lisið hana, áðrenn tey fara undir lesturin. Við próvtøkuna skal studenturin umseta kendan norrønan tekst og prógva kunnleika um teir tættir í mállæruni, ið gjøgnumgingnir eru í undirvísingini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 1. og 2. lestrarhálvu í Norrønum I. Próvtøka er eftir 2. hálvu. Norrønt I skal vera tikið, áðrenn farið verður til próvtøku í Norrønum II.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsispróvdøming.
Lestrarlisti
No reading list is required for the examination.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen