1017.11 - Norrønt II
Skeiðsnummar
1017.11
Heiti
Norrønt II
ECTS
4
Endamál
Endamálið er at víðka og dýpa kunnleikan um norrøna mállæru og norrønan tekstalestur.
Innihald
Norrønt I skal vera staðið áðrenn farið verður til próvtøku í Norrønum II.
Próvtøka
Við próvtøkuna skal studenturin
-umseta ókendan norrønan tekst
-prógva dyggan kunnleika um norrøna málkervið, t.e. ljóðlagsfrøði (fonologi), formlæru (morfologi) og setningsfrøði (syntax), sum tað er vorðið í regluskipaðum (normaliseraðum) miðaldartekstum
-seta uppgivnu tekstirnar í bókmenta-, sið- og samfelagssøguligt høpi og vísa kunnleika um varðveitslu teirra
Lestrarlisti
-Ein norrøn mállæra (t.d. Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. utg., 1973, ella Eskil Hansen, Else Mundal, Kåre Skadberg: Norrøn grammatikk, 1975, ella Odd Einar Haugen: Grunnbok i norrønt språk, 2001).
-100 bls. í óbundnum máli býttar millum ymisk tekst- og stílsløg.
-1 vísindaligt verk, sett saman av styttri ritgerðum og greinum, sum hava samband við uppgivnu tekstirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 1 hálvu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen