1022.11 - Mállæra I


Skeiðsnummar
1022.11
Heiti
Mállæra I
ECTS
12
Endamál
Endamálið er at geva studentinum hollan ástøðiligan og verkligan kunnleika um føroyska mállæru og um almenna málfrøði.
Innihald
Mállæra I skal vera tikin, tá ið farið verður til próvtøku í Mállæru II. Mállæra (grammatikk) er aðalhugtak innan málfrøðina og er læran um bygnaðin í málinum, bæði alment og í tí einstaka málinum. Her verður høvuðsdenturin lagdur á føroyska mállæru, men føroyskt verður alla tíðina samanborið við onnur nær skyld mál, og almenn málfrøðilig fyribrigdi og hugtøk verða nýtt í viðgerðini. Í Mállæru I verður serligur dentur lagdur á ljóðfrøði (fonetikk), sum er óundansleppandi amboð í málgransking. Her lærir studenturin m.a. ljóðskrift og grundleggjandi ljóðfrøðilig hugtøk. Hann fær javnan uppgávur fyri, sum hann skal lata inn. Sum framhald av hesum verður lært um ta føroysku ljóðskipanina. Mállæra I leggur haraftrat dent á breiða og almenna innleiðslu í megintættirnar viðvíkjandi bygnaðinum í málinum (t.e. úttrykssíðuna). Hesir tættir verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum sambandi. Tættirnir eru: ljóðskipanarlæra (fonologi), formfrøði (morfologi), t.e. orða- og bendingarlæra, og setningsfrøði (syntaksur). Innihaldssíðan í málinum verður viðgjørd í merkingarfrøði (semantikki) og málnýtslu (pragmatikki). Dentur verður lagdur á at læra hóskandi málfrøðilig hugtøk og heiti, ið knýta seg at ymsu tættunum í málfrøðini, so at studenturin er førur fyri neyvt at lýsa og orða seg um hesi viðurskifti. Sum støði í viðgerðini verður ein lærubók í almennari málfrøði lisin, møguliga saman við einari lærubók í ljóðfrøði. Við próvtøkuna í skal studenturin vísa, at hann dugir at brúka ljóðskrift. Harumframt fevnir próvtøkan um teir tættir í málfrøðini, ið gjøgnumgingnir eru í undirvísingini. Eingin lestrarlisti verður latin inn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í 1. og 2. lestrarhálvu í Mállæru I. Próvtøka er eftir 2. hálvu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen