1023.11 - Mállæra II


Skeiðsnummar
1023.11
Heiti
Mállæra II
ECTS
8
Endamál
Endamálið við Mállæru II er at víðka og dýpa tann ástøðiliga og verkliga kunnleika um føroyska mállæru og um almenna málfrøði, sum studenturin hevur nomið í Mállæru I.
Innihald
Fyri at fara til próvtøku í Mállæru II krevst, at Mállæra I er staðin. Mállæra II leggur seg eftir neyvt at gjøgnumganga og lýsa føroyskt mál í sambandi við tættirnar formfrøði, setningsfrøði og merkingarfrøði. Lært verður haraftrat um málføri, og dentur verður lagdur á at gera studentin tilvitandi um málsliga variatión (dialektir, sosiolektir, talumál, skriftmál). Lisin verður ein føroysk mállæra og hartil greinir og ritgerðir um føroyskt mál. Lisnir verða tekstir, ið umboða ymisk málføri, og arbeitt kann eisini verða við ljóðupptøkum. Próvtøka Við próvtøkuna skal studenturin vísa: • at hann hevur gott innlit í føroyska mállæru (ljóð-, bendingar- og setningsfrøði), og at hann hevur grundleggjandi kunnleika um merkingarfrøði og merkingarfrøðilig hugtøk. Studenturin skal duga at lýsa ein tekst málfrøðiliga, t.e. greina ein tekst ella tekstbrot. Greiningin skal byggja á hugtøk, ið nýtt verða í almennari málfrøði. • at hann kennir og dugir at lýsa tey sjónskastu málføriseyðkennini í føroyskum og kann vísa á tey týdningarmestu málføramørkini. Onnur málslig variatión sum eitt nú sosiolektir, skriftmál mótvegis talumáli o.s.fr. kann eisini verða tikin við her. Lestrarlisti Til próvtøkuna gevur studenturin upp: • Eina lærubók í almennari málfrøði • Eina føroyska mállæru • Eitt verk samansett av greinum og ritgerðum, ið viðgera ymsar tættir í føroyskari málfrøði. • Hóskandi úrval av tekstum (25-40 bls.), ið umboða ymsa stavseting. Tekstirnir skulu umboða høvuðsmálførini.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 3. og 4. lestrarhálvu. Próvtøka í Mállæru II er eftir 4. hálvu.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen