1044.11 - Norðurlendsk mál


Skeiðsnummar
1044.11
Heiti
Norðurlendsk mál
ECTS
10
Endamál
Endamálið er, at studentarnir ogna sær praktiskan og ástøðiligan kunnleika í norskum (bókmáli og nýnorskum), íslendskum og donskum ella svenskum. Í hesum sambandi verður eitt hóskandi úrval av tekstum lisið.
Innihald
Próvtøka Til próvtøkuna skal studenturin prógva praktiskan og ástøðiligan kunnleika í norskum, íslendskum og donskum ella svenskum. Lestrarlisti Til próvtøkuna gevur studenturin upp tað tilfar, sum lisið er á skeiðinum, ella 50 síður. Góðskriving Studentur, ið tekur eitt norðurlendskt summarskeið uttanlands, kann fáa tað góðskrivað fyri tvey norðurlendsk skeið á deildini, um hann ynskir tað.
Læru- og undirvísingarhættir
Námið er samansett av trimum skeiðum: einum í norskum, einum í íslendskum og einum í annaðhvørt donskum ella svenskum. Hvørt skeið er umleið 15 tímar. Av tí at frálæran fer fram sum sjálvstøðug skeið við gestalærarum, ber ikki til at áseta, nær skeiðini verða hildin.
Próvtøkuháttur
Munnlig roynd við hálvtíma fyrireiking verður hildin eftir hvørt skeiðið sær. Hjálparamboð eru uppgivnir tekstir og orðabøkur. Lærarin, sum hildið hevur skeiðið, ella ábyrgdarlærarin hevur studentin til próvtøku við innanhýsispróvdøming. Um studentur fylgir 80% av tímunum í hvørjum norðurlandamáli og er virkin í undirvísingini, sleppur hann frá roynd.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen