1113.11 - Skaldskapur av manna munni - Grundskeið


Skeiðsnummar
1113.11
Heiti
Skaldskapur av manna munni - Grundskeið
ECTS
10
Endamál
Skeiðið skal veita teimum lesandi innlit í munnligu skaldskaparlistina á bundnum og óbundnum máli.
Innihald
Skaldskaparligu greinirnar á bundnum og óbundnum máli verða gjøgnumgingnar við høvuðsdenti á kvæði, sagnir og ævintýr, men nomið verður eisini við aðra munnliga skaldskaparlist. Dentur verður lagdur á munnligu skapanartilgongdina og søguligu og altjóðaligu fortreytirnar fyri, at hesin skaldskapur er, sum hann er. Arbeitt verður við stíli, kompositión, vond, innihaldsfatan, frásøguhátti og –umhvørvi. Próvtøka Próvtøkan er grundað á lisnu tekstirnar. Til próvtøku skal studenturin • greiða frá eyðkennum við skaldskapinum, herundir samskiftisligum viðurskiftum • vísa tulkingarmøguleikar og -royndir við tekstum • kunna lýsa munnliga skaldskapin út frá hansara søguligu fortreytum Lestrarlisti Eingin lestrarlisti verður latin inn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
6 tíma skrivlig roynd.
Ábyrgd
Eyðun Andreasen