1114.11 - Útvald evni í skaldskapi av manna munni


Skeiðsnummar
1114.11
Heiti
Útvald evni í skaldskapi av manna munni
ECTS
5
Innihald
Skeiðið er ætlað teimum, ið hava tikið grundskeið í skaldskapi av manna munni. Partvís í samráð við tey lesandi verða útvald evni viðgjørd frá fleiri síðum. Eitt nú sum mentanarligar framsetingar, sum listarlig skapanarverk, í útbreiðsluhøpi og í brigdisformum. Próvtøka Í próvtøkuuppgávuni skal studenturin greiða frá og greina tekst ella evni úr fleiri sjónarhornum, gera sjálvstøðugar metingar um háttaløg og sjónarmið og grundgeva fyri niðurstøðum sínum. Lestrarlisti Lestrarlistin er tað tilfar, sum lisið er á skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar og studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Eyðun Andreasen