1132.11 - Tekstgreining


Skeiðsnummar
1132.11
Heiti
Tekstgreining
ECTS
10
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at studenturin: • lærir seg at greina skaldsligar tekstir • lærir seg at lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum • lærir seg at skriva greinandi um skaldsligar tekstir
Innihald
Greint verður eitt úrval av skaldsligum tekstum, umboðandi yrking, søgu og leikrit á føroyskum og øðrum norðurlendskum málum. Yrkistekstir kunnu eisini koma fyri. Tekstirnir verða viðgjørdir og greindir við atliti at bygging, frásøgusnildum, myndamáli, ørindislagi o.ø. fyri at vísa á leiklutin hjá tí einstaka bygnaðartáttinum í tema- og tekstheildini. Undirvísingin mennir førleikan hjá studentunum at lýsa tilgongdina í sínum egna greiningararbeiði. Tað verður m.a. gjørt við at hugleitt verður um teksthugtakið, tekstsløg og tekstgreiningarhugtakið. Studentarnir skriva tvær 14-daga heimauppgávur ella eina 14-daga heimauppgávu og tvær vikuuppgávur um evni, sum lærarin ásetir, fyri at venja seg við at skriva greinandi um skaldsligar tekstir. Próvtøka Studenturin skal duga at • Greina ein skaldsligan tekst gjølla, m.a. vísa á form- og stíleyðkenni í samspæli teirra við tema og tekstheild. • Skilmarka og nýta greiningarhugtøk • Lýsa tilgongdina í greining síni Lestrarlisti Til próvtøkuna í Tekstgreining verður lestrarlisti ikki innlatin.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 2 hálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin fer til skrivliga 6-tímaroynd í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Eingi hjálparamboð eru loyvd. Innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir