1133.11 - Bókmentafrøði


Skeiðsnummar
1133.11
Heiti
Bókmentafrøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at studenturin • ognar sær kunnleika um ymisk bókmentafrøðilig háttaløg og førleika at greiða frá grundum, mannagongd og endamálum teirra • lærir seg at lýsa og greina bókmentafrøðilig háttaløg í valdum bókmentaritgerðum
Innihald
Bókmentafrøðilig háttaløg verða viðgjørd og dømi løgd fram til tess at lýsa ástøði, mannagond og endamál teirra. Til dømis kunnu nýkritisk, strukturalistisk, hugmyndafrøðilig, hugmyndasøgulig, sálarfrøðilig, móttøkufrøðilig og eftirhjálandafrøðilig háttaløg og sjónarhorn verða viðgjørd. Á henda hátt verður kannað, hvussu ymiskt tey viðgjørdu háttaløgini greina og tí eisini fata bókmentir listfrøðiliga (estetiskt), hugmyndafrøðiliga og samskiftisliga. Hugt verður at valdum bókmentaritgerðum og –greinum við atliti at spurninginum um, hvørji háttaløg tær umboða. Í sambandi við undirvísingina skulu studentarnir skriva eina 14-dagauppgávu ella tvær vikuuppgávur um evni, sum lærarin ásetir. Próvtøka Studenturin skal duga at • lýsa bókmentafrøðilig háttaløg og seta tey í søguligt høpi • greiða frá bókmentafrøðiligum háttalagi í valdum bókmentaritgerðum. Lestrarlisti Studenturin gevur upp umleið 200 síður tilsamans av bókmentafrøðiligum ástøði og bókmentaritgerðum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu.
Próvtøkuháttur
Studenturin skrivar eina bundna heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir