1019.12 - Norrønt II


Skeiðsnummar
1019.12
Heiti
Norrønt II
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum Norrønt II er, at tann lesandi hevur staðið Norrønt I.
Endamál
Við støði í Norrønum I at víðka kunnleikan um norrønt og menna førleikan hjá tí lesandi at skilja norrønan tekst og fáa størri innlit í norrøna bendingarlæru.
Innihald
Saman við tekstalestri verður farið ígjøgnum ymiskar orðaflokkar so sum lýsingarorð, hjáorð, talorð, sagnorð og onkrar fornavnaflokkar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vera før/ur fyri at • stigbenda lýsingarorð og hjáorð • benda persónsfornøvn og ávísingarfornøvn • greina sagnorð í veikt bendar og sterkt bendar sagnorðaflokkar • benda sagnorð í høvuðstíðunum • gera grein fyri ljóðbroytingum so sum avljóði og umljóði • umseta norrønan tekst til føroyskt
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava orðabøkur við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen