1124.12 - Bókmentasøga I


Skeiðsnummar
1124.12
Heiti
Bókmentasøga I
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum.
Endamál
At geva teimum lesandi grundleggjandi innlit í ta elstu norðurlendsku og føroysku bókmentasøguna frá miðøld til siðaskifti. Tey lesandi skulu læra at skilja bókmentir sum søguligt fyribrigdi. Dentur verður lagdur á at lýsa skaldsligar og yrkisbókmentaligar tekstir við atliti at tekstslagi og uppruna og at staðseta og lýsa tekstir sum úrslit av menningarrákum í tíðarskeiðinum, sum teir eru vorðnir til í.
Innihald
Lisnar verða norðurlendskar bókmentir til umleið ár 1550. Talan er um norrønar bókmentir í týðing, skaldskap av manna munni og yrkistekstir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinar um norðurlendskar bókmentir til 1550. Greinar um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar, sum tey lesandi gera hvør einsæris og í bólkum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at • greiða frá elstu føroysku bókmentasøguni • lýsa norðurlendska bókmentasøgu í tíðarskeiðinum • greiða frá elstu norðurlendsku skriftminnum • greiða frá føroyskum skaldskapi av manna munni • lýsa hesar tekstir og henda skaldskap sum søgulig fyribrigdi
Próvtøkuháttur
Í undirvísingini hevur hvør lesandi eina munnliga framløgu við tilfari (úthendi við sitatum ella yvirliti yvir framløguna, powerpoint e.t.). Hetta tilfarið og framløgan verða savnað og fullfíggjað við tveimum uppgávum (3 s. hvør) um onnur evni, so hvørt sum skeiðið líður. Hetta er próvtøkutilfarið (uml. 7 s.), sum verður latið læraranum við undirvísingarlok. Møgulig endurpróvtøka er skrivlig roynd í 4 tímar. Tilfar frá undirvísingini er loyvt at hava við.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Eingin lestrarlisti verður latin inn til próvtøkuna. Leiðbeinandi bókmentalisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Bergur D. Hansen