1125.12 - Bókmentasøga II


Skeiðsnummar
1125.12
Heiti
Bókmentasøga II
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum Bókmentasøga II er lokið skeið í Bókmentasøgu I.
Endamál
At lesandi fáa innlit í norðurlendskar bókmentir, bæði skaldsligar tekstir og yrkisbókmentir, frá miðøld til 1876 til tess at skilja bókmentir sum mentalutir í samfelagsligum høpi og at lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi í tíðarskeiðinum frá umleið 1550-1876.
Innihald
Lisnar verða norðurlendskar og føroyskar bókmentir frá umleið 1550 til 1876. Talan er um bæði skaldsligar og yrkisligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinar um norðurlendskar og føroyskar bókmentir um sama tíðarskeið. Støðan hjá bókmentunum í samfelagnum verður eisini viðgjørd søguliga. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar, sum tey lesandi gera hvør einsæris og í bólkum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at • greiða frá føroyskum og norðurlendskum bókmentum í tíðarskeiðinum um 1550-1876 • lýsa bókmentasøguligu rákini í tíðarskeiðinum • lýsa høvuðsverk í tíðarskeiðinum • greiða frá sambandinum millum tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið í bókmentasøguni • greiða frá ymsum tulkingum av tekstum • vísa á, hvussu bókmentasøguligar viðgerðir bera dám av vísinda- og mentanarrákum í tíðarskeiðinum, tær eru skrivaðar í • samanbera bókmentalig snið og tey mentanarligu og samfelagsligu høpi, tey eru partar av • lýsa bókmentir sum mentalutir í samfelagsligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við undirvísingarlok. Tað er loyvt at hava tilfarið á lestrarlistanum og orðabøkur (føroysk, donsk-føroysk/føroysk-donsk, ensk-føroysk/føroysk-ensk, samheitaorðabók) við.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin fevnir um 1-2 skaldslig verk (t.d. skaldsøgu, yrkingasavn, leikrit, yrkisbók; annað verkið skal vera á øðrum máli enn føroyskum) og 7 stuttar tekstir; av teimum stuttu tekstunum skulu 2 vera yrkistekstir; danskir, norskir, svenskir og íslendskir tekstir skulu vera umboðaðir. Harafturat koma einar 200 síður av bókmentasøgu. Lestrarlistin skal latast læraranum í seinasta lagi ein mánað undan próvtøku. Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Bergur D. Hansen