1221.12 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
1221.12
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum.
Endamál
At ogna sær grundleggjandi kunnleika um vísindaástøði við denti á tí, sum hevur týdning fyri hug-, samfelags- og námsvísindi. Í undirvísingini verður miðað eftir, at tann lesandi skal fáa innlit í søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag, men skal harumframt eisini kenna høvuðsinnihaldið í vísindaástøðiligum stevnum, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um hug-, samfelags- og námsvísindi. Dentur verður lagdur á at kenna høvuðsinnihald, ástøði og menningarleiðir í hug-, samfelags- og námsvísindum og at fáa eina grundleggjandi fatan av, hvussu skyldar vísindagreinar arbeiða. Tann lesandi skal læra seg at hugsa kritiskt um ástøði.
Innihald
Grundleggjandi kunnleiki um almenn vísindaástøði, serliga tað, ið hevur týdning fyri hug-, samfelags og námsvísindi. Ymisk vísindástøði verða viðgjørd, eins og søgan hjá hug-, samfelags- og námsfrøðifakunum. Tann lesandi skal vinna sær førleika til at meta um vísindaástøðiligar stevnur og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið ávirka gransking innan hesi fak. Ein almennur partur um vísindaástøði, har venjingar verða lagdar inn, og ein meira serstakur partur, sum í størri mun tekur atlit at hug-, samfelags- og námvísindum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 45 tímar – umframt venjingar í bólkum eftir tørvi. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, venjingum, framløgum, kjaki og bólkaarbeiði. Skeiðið er í tveimum pørtum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi vera førur/ur fyri at • seta orð á høvuðsinnihaldið í viðkomandi vísindaligum stevnum. • lýsa líkleikar og munir millum ymiskar vísindaligar stevnur. • seta atfinningarsamar spurningar til vísindaligar stevnur. • vísa hvussu ymiskar vísindaligar stevnur kunnu geva íblástur til ávís fakøki. • greina vísindaligar stevnur við atliti at heimspekiliga grundstøðinum. • seta vísindaástøði inn í hug-, samfelags- og námsvísindaligan samanhang.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 7 tímar. Eingi hjálparamboð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Søren Kjørup: Menneskevidenskaberne bd I-II. Umleið 1000 síður verða lisnar á skeiðinum. Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen