1230.12 - Føroysk ljóð- og formlæra


Skeiðsnummar
1230.12
Heiti
Føroysk ljóð- og formlæra
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig i donskum og enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum Føroysk ljóð- og formlæra er, at tann lesandi hevur lokið skeið í Málvísindum.
Endamál
At fáa innlit í føroyska ljóðlæru, ljóðskipan og formlæru, soleiðis at tann lesandi dugir føroyska ljóðskrift, kennir ljóðskipanina og kennir føroyska orðmyndan.
Innihald
Í ljóðlæru og ljóðskipanarlæru fær hin lesandi ástøðiligan og verkligan kunnleika um evnið við serligum denti á føroyskt. Í formlæru verður arbeitt við orðmyndan alment og orðmyndan í føroyskum serliga. Tað merkir, at arbeitt verður við bendingum, avleiðslum, samansetingum og morfo-fonematiskum skiftum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið føroyska ljóð- og formlæru sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið kunnleika um ljóðlæru, ljóðskipanarlæru og formlæru alment. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at • nýta fakheiti innan ljóðlæru, ljóðskipanarlæru og formlæru • nýta IPA ljóðskriftina til at ljóðskriva føroyskt talað mál • gera grein fyri ymiskum føroyskum málførum • gera grein fyri høvuðsreglunum í føroyskari ljóðskipan • lýsa føroyska orðmyndan (avleiðslum, samansetingum og bendingum) og morfo-fonematisk skifti í føroyskum
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar, skift sundur í ein ljóðfrøðiligan og ein formfrøðiligan part, sum hvør er 3 tímar við steðgi ímillum. Til ljóðfrøðiliga partin eru eingi hjálparamboð loyvd, og til formfrøðiliga partin eru øll hjálparamboð loyvd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen