1231.12 - Setningafrøði


Skeiðsnummar
1231.12
Heiti
Setningafrøði
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum Setningafrøði er, at tann lesandi hevur lokið skeið í Málvísindum og Føroyskari ljóð- og formlæru.
Endamál
At tann lesandi fær innlit í setningafrøðiliga bygnaðin í føroyskum setningum og hvussu ymisk sløg av setningum virka saman í eini heild og at menna evnini at greina setningar setningafrøðiliga.
Innihald
Í setningafrøði verður høvuðsdentur lagdur á almenn setningafrøðilig hugtøk og føroyska setningafrøði og at víðka og dýpa tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan um føroyska setningafrøði. Tann lesandi fær javnan venjing í at greina føroyskar setningar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið setningafrøði sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið kunnleika um setningafrøði alment og serliga føroyska setningafrøði. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at • nýta fakheiti innan setningafrøði • greina føroyskar setningar úr skrift og talu • gera grein fyri ymiskum sløgum av setningum og leikluti teirra í setningsheildini • gera grein fyri setningafrøðiligum stigskipanum • greiða frá semantiskum leiklutum í setningafrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen