1010.13 - Málvísindi


Skeiðsnummar
1010.13
Heiti
Málvísindi
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi. Harumframt krevst B-stig í enskum.
Endamál
At geva teimum lesandi innlit í grundhugtøk í málvísindum. Skeiðið er venjing í at viðgera mál sum vísindagrein við teimum amboðum, sum eru til taks til ymsu tættirnar í málvísindum, t.e. ljóðlæru, setningafrøði, merkingarfrøði o.tíl.
Innihald
Í Málvísindum verður høvuðsdentur lagdur á eina breiða og almenna innleiðslu í megintættirnar viðvíkjandi bygnaðinum og innihaldssíðuni í málinum. Høvuðstættirnir eru ljóðlæra (fonetikk), ljóðskipanarlæra (fonologi), formlæra (morfologi) og setningafrøði (syntaks). Kunnað verður eisini um merkingarfrøði (semantikk) og málnýtslu (pragmatikk). Hesir tættir verða viðgjørdir hvør sær, men eisini sæddir í sínámillum sambandi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið málvísindi sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í málvísindalig háttaløg. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi málvísindaligum hugtøkum og háttaløgum • skilmarka og nýta viðkomandi greiningarhugtøk • umrøða málsligar spurningar við hóskandi hugtøkum á málvísindaligum grundarlagi
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt sundur í tveir partar. Ein skrivlig próvtøka í 3 tímar við ongum hjálparamboðum. Sama dag verður ein bundin heimauppgáva útflýggjað, sum skal latast inn kl. 12.00 tríggjar dagar seinni. Heimauppgávan skal vera 4-6 síður til longdar. Próvtøkurnar telja eina helvt hvør. Tann lesandi skal hava staðið báðar próvtøkurnar fyri at standa. Møgulig endurpróvtøka er skrivlig roynd í 5 tímar. Endurpróvtøkan er uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/til-studentar/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen