1018.12 - Norrønt I


Skeiðsnummar
1018.12
Heiti
Norrønt I
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum.
Endamál
At lesandi fáa góðan kunnleika í norrønum máli, sum gevur førleika at skilja málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Við tað at føroyskt er sprottið úr norrønum og at nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna sín í teirri regluskipaðu stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, er tað grundarlag undir søguligari fatan av føroyskum.
Innihald
Saman við tekstalestri verður farið ígjøgnum ljóðlæruna, t.e. avljóð, umljóð, ljóðbrot, samandráttur og úrfelling, umframt hjáljóðabroytingar so sum ljóðlíking, hjáljóðastytting og hjáljóðaleinging. Navnorðini verða gjøgnumgingin við denti á sjálvljóðsstovnar, hjáljóðsstovnar og navnorðabending.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vera førur fyri at • gera grein fyri ymiskum sjálvljóða- og hjáljóðabroytingum so sum umljóði, ljóðbroti, úrfelling og ljóðlíking • gera grein fyri teimum ymisku navnorðastovnunum • benda navnorð í bundnum og í óbundnum sniði • umseta kendan norrønan tekst til føroyskt
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava orðabøkur við.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk. Norrønir tekstir.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen