1046.12 - Norðurlendskt mál - Svenskt


Skeiðsnummar
1046.12
Heiti
Norðurlendskt mál - Svenskt
ECTS
2
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi, umframt B stig í donskum og enskum.
Endamál
Endamálið við svenskum er at seta svenska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá svenskum frá umleið 1300 til nútíðina. Tann lesandi skal taka skeið í tveimum norðurlandamálum. Deildin velur, hvørjum málum undirvíst verður í frá ferð til ferð. Málini, sum valt verður ímillum, eru danskt, norskt (nýnorskt og bókmál), svenskt og íslendskt
Innihald
Lisið verður eitt hóskandi úrval av tekstum, sum umboða ymisk tíðarskeið, samstundis sum ymisk ástøði og háttaløg verða umrødd. Høvuðsdenturin liggur í tí málsøguliga partinum, men samtíðarlig viðurskifti, t.d. dialektir og samfelagsmálvísindi, kunnu eisini verða tikin við sum partur av frálæruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálæran fer fram sum sjálvstøðugt intensivt skeið við gestalærara, og tí ber ikki til at áseta, nær skeiðið verður hildið. Skeiðið er 15 tímar. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vera før/ur fyri at • greiða frá grundleggjandi málsøguligum (í minni mun dialektalum og samfelagsmálvísindaligum) fyribrigdum í svenskum. • at greina munir og líkleikar millum svenskt og føroyskt. • umrøða viðkomandi spurningar fakliga dygt og kunna miðla sína vitan um svenskt munnliga eins væl og skrivliga.
Próvtøkuháttur
Munnlig roynd við hálvtíma fyrireiking verður hildin, tá ið skeiðið er liðugt. Hjálparamboð eru uppgivnir tekstir og orðabøkur. Lærarin, sum hevur havt skeiðið, ella ábyrgdarlærarin hevur studentin til próvtøku. Um tann lesandi fylgir 80% av tímunum og er virkin í undirvísingini, sleppur hann/hon frá roynd. Lesandi, ið tekur eitt norðurlendskt summarskeið uttanlands (Nordkurs), kann fáa tað góðskrivað fyri tey bæði norðurlendsku skeiðini á deildini, um hann/hon vil tað. Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Til próvtøkuna gevur tann lesandi upp tað tilfar, sum lisið er á skeiðinum, ella 50 síður.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen