1135.13 - Bókmentagreining II


Skeiðsnummar
1135.13
Heiti
Bókmentagreining II
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi. Harumframt krevst B-stig í enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er eisini, at tann lesandi hevur lokið skeiðið Bókmentagreining I.
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær hollan kunnleika um greiningarhugtøk og tekstgreining við serligum denti á at greina tvey av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum gjølla og harumframt hegni at greina høvuðseyðkennini í yrkisteksti.
Innihald
Lisnar verða grundbókmentir í tekstgreining, serliga við atliti at tveimum av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum. Lisin og greind verða ymisháttað dømi um serliga tvey av teimum fagurbókmentaligu tekstsløgunum og haraftrat dømi um yrkislig tekstsløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, skrivligum venjingaruppgávum og bólkarbeiði.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal duga at • greina skaldsligar tekstir av tveimum av høvuðstekstsløgunum gjølla og haraftrat yrkisligar tekstir í høvuðsheitum • greiða gjølla frá eyðkennunum hjá tveimum av høvuðstekstsløgunum og haraftrat eyðkennunum hjá yrkisligum tekstum í høvuðsheitum • lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum í tveimum av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligum teksti • miðla greiningarúrslit innan fyri tvey av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligum teksti • seta fram greiningarúrslit um tvey av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligan tekst munnliga og skrivliga í hóskandi málsligum búna.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 5 tímar í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Loyvd hjálparamboð: Føroysk orðabók, Føroysk-donsk orðabók, Donsk-føroysk orðabók, Føroysk-ensk orðabók og Ensk-føroysk orðabók.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/til-studentar/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir