1323.15 - Nútíðarføroyskt (BA)


Skeiðsnummar
1323.15
Heiti
Nútíðarføroyskt (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økini: ljóðlæra, ljóðskipanarlæra, formlæra og setningafrøði.
Innihald
Farið verður ígjøgnum partar av mállæruni Faroese. An Overview and Reference grammar við serligum denti á ljóðlæru, ljóðskipanarlæru, formlæru og setningafrøði. Saman við hesum kapitlunum verða ymiskar greinar um føroyskt lisnar. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær eitt innlit í nýggjari og eldri gransking, og at lesandi skal kunnu skilja tað fakmál, sum er í greinunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at arbeiða við greinum, sum skrivaðar eru um nútíðarføroyskt og skilja innihaldið í teimum. Studenturin skal kunna nýta tilfarið frá undirvísingini í víðari arbeiði sínum í føroyskum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við Power Point framløgu. Tú fært ein spurning, sum byggir á pensumlistan, og tú hevur eina viku at fyrireika eina Power Point framløgu, sum skal vara í 20 minuttir + 10 minuttir til spurningar. Til próvtøkuna er bert loyvt at hava framløguna við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar og annað tilfar. BA lesandi skulu geva upp uml. 500 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen