1324.15 - Politiska skaldsøgan í føroyskum bókmentum (BA)


Skeiðsnummar
1324.15
Heiti
Politiska skaldsøgan í føroyskum bókmentum (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Á skeiðinum verður politiska skaldsøgan viðgjørd sum serligt slag av teksti. Lisnir verða ástøðiligir tekstir um sambandið millum politikk og bókmentir og um politisku skaldsøguna. Yvirskipaða endamálið er at geva studentunum innlit í evnisøkið politikkur og skaldsøgur og at geva teimum førleikar at arbeiða kritiskt og bókmentavísindaliga við spurningum, sum eru knýttir at tí.
Innihald
Politiskar skaldsøgur eru um politisk viðurskifti og hava í flestum førum ein politiskan boðskap. Men hvussu skilmarka vit politisku skaldsøguna, og hvat eyðkennir politisku skaldsøguna í føroyskum bókmentum? Politikkur kann í skaldsøgum vera ymisk sløg av politikki. Skaldsøgan kann vera um tað tjóðskaparpolitiska, arbeiðarapolitiska, kynspolitiska o.s.fr., men politiskar skaldsøgur hava allar í felag, at tær viðgera politikk, og at persónarnir í teimum antin stuðla ella eru ímóti ávísum politiskum hugsanum. Irving Howe skrivar í Politics and the Novel: “in the political novel it is politics above all, politics as both temptation and impediment, that represents the necessary” (Howe 2002: 23). M.a. við støði í hesari orðing verða skaldsøgurnar viðgjørdar.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, hava studentarnir fingið innlit í tekstslagið politisk skaldsøga í føroyskum bókmentum og hava lært at arbeiða greinandi við skaldsøgum og sambandinum millum skaldsøgur og politikk. Studentarnir hava eisini lært at brúka hóskandi ástøði í greiningum og framløgum og at síggja føroyskar politiskar skaldsøgur í mun til sama slag av skaldsøgum í øðrum londum. Almennir førleikar, sum studentarnir skulu ogna sær á skeiðinum, eru: • at lesa ástøði greinandi • at arbeiða við skilmarkingum • at avmarka eitt evni • at seta bókmentavísindaligar spurningar til eitt evni ella ein tekst • at fyrireika framløgur við støði í greitt orðaðum spurningum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minuttum fyrireikingartíð). Endurpróvtøka: sum reglulig.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Ástøðiligir tekstir Irving Howe: Politics and the Novel (1957/1987), s. 1-24, 252-273 Stuart A. Scheingold: The Political Novel (2010), s. 1-25 Henrik Kaare Nielsen & Karen-Margrethe Simonsen: Æstetik og politik. Analyser af politiske potentialer i samtidskunsten (2008), 7-36, 87-100, 116-131 Ib Bondebjerg og Anker Gemzøe: “Arbejderlitteratur – proletarisk litteratur – socialistisk litteratur”. Kultur & Klasse 42 (1982), s. 5-11 Friedrich Engels: “Falsk bevidsthed kender ikke de egentlige drivkræfter”. Kritik nr. 199 (2011), s. 3-5 (+ stuttur inngangur s. 2) Gorm Larsen: “Falsk bevidshed som litteraturteoretisk figur”. Kritik nr. 199 (2011) s, 22-29 Benedict Anderson: Imagined Communities (1983), s.11-16, 41-48 Jógvan Isaksen: Loystur úr fjøtrum (2006), s. 93-104 Malan Marnersdóttir: “Skaldslig søga ella søgulig skaldsøga”. Í Fróðskaparrit nr. 44 (1996), s. 23-42 Skarðhamar, Anne-Kari: “Dancing on the Edge between Pride and Shame”. Í Scandinavica Vol. 49 No 2 (2010), s. 49-60 Bókmentalig verk Heðin Brú : Leikum fagurt (1963) D.P. Danielsen: Hvørt við sínar náðir... (1990) Gunnar Hoydal: Í havsins hjarta (2007) Durita Holm: Zapatista (2014) (einstakar broytingar kunnu koma fyri í listanum við ástøðiligum tekstum, t.e. einstakir tekstir verða lagdir afturat).
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen