1423.15 - Nútíðarføroyskt (MA)


Skeiðsnummar
1423.15
Heiti
Nútíðarføroyskt (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økini: ljóðlæra, ljóðskipanarlæra, formlæra og setningafrøði. Eisini verður komið inn á evnið málamót og tvímæli, og ta ávirkan hetta hevur á føroyskt.
Innihald
Farið verður ígjøgnum partar av Faroese. An Overview and Reference grammar (2004; 2012) við serligum denti á ljóðlæru, ljóðskipanarlæru, formlæru og setningafrøði. Aftur at hesum verða ymiskar greinar um somu evni og annað tilfar lisið. Dentur verður lagdur á, at studenturin fær innlit í nýggjari og eldri gransking, og at studenturin skal skilja tað fakmál, sum er í greinunum og annars tí tilfari, lesandi fær útflýggjað.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at arbeiða kritiskt við tí tilfari, hann/hon fær útflýggjað og meta um virði í tí, umframt duga at meta um og duga at brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við Power Point framløgu. Tú fært ein spurning, sum byggir á pensumlistan, og tú hevur eina viku at fyrireika eina Power Point framløgu, sum skal vara í 20 minuttir + 10 minuttir til spurningar. Til próvtøkuna er bert loyvt at hava framløguna við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Aftur at hesum verða ymiskar greinar o.a. tilfar lisið. MA lesandi skulu geva upp uml. 800 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen