1435.16 - Staðanavnafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1435.16
Heiti
Staðanavnafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum.
Endamál
At studenturin fær grundleggjandi vitan um staðarnavnafrøði frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður kunnað um hugtøk og heiti innan staðarnavnagransking. Farið verður ígjøgnum føroyska staðarnavnainnsavning, staðarnavnaheimildir og staðarnavnagransking.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløga.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin fingið holla ástøðiliga vitan um staðarnavnafrøði og skal • greiða á hollan hátt frá hugtøkum og heitum innan staðarnavnafrøðina • á hollan hátt flokka staðarnøvn • greiða frá føroyskum staðarnavnaheimildum • greiða frá føroyskari staðarnavnainnsavning • gera grein fyri føroyskari staðarnavnagransking
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Greinir og bókarúrtøk verða útflýggjað so hvørt sum undirvísingin líður.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen