1122.15 - Bókmentasøga I


Skeiðsnummar
1122.15
Heiti
Bókmentasøga I
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
At geva studentunum grundleggjandi innlit í norðurlendsku og føroysku bókmentasøguna frá miðøld til 1876. Studentarnir skulu læra at skilja bókmentir sum søguligt fyribrigdi. Dentur verður lagdur á at lýsa skaldsligar og yrkisbókmentaligar tekstir við atliti at tekstslagi og uppruna og at staðseta og lýsa tekstir sum úrslit av menningarrákum í tíðarskeiðinum, sum teir eru vorðnir til í.
Innihald
Lisnar verða føroyskar og norðurlendskar bókmentir til umleið ár 1876. Talan er bæði um skaldsligar og yrkisligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um norðurlendskar bókmentir til umleið 1876. Greinir um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar, sum studentarnir gera einsæris og í bólkum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at • greiða frá elstu føroysku bókmentasøguni • greiða frá elstu, norðurlendsku skriftminnunum • greiða frá føroyskum skaldskapi av manna munni • lýsa bókmentasøguligu rákini í tíðarskeiðinum • lýsa høvuðsverk í tíðarskeiðinum • greiða frá sambandinum millum tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið í bókmentasøguni • greiða frá ymsum tulkingum av tekstum • vísa á, hvussu bókmentasøguligar viðgerðir bera dám av vísinda- og mentanarrákum í tíðarskeiðinum, tær eru skrivaðar í • samanbera bókmentalig snið og tey mentanarligu og samfelagsligu høpi, tey eru partar av • lýsa bókmentir sum mentalutir í samfelagsligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd, íroknað orðabøkur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin fevnir um 3 skaldslig verk (t.d. skaldsøgu, yrkingasavn, leikrit, yrkisbók) og 10 stuttar tekstir; av teimum stuttu tekstunum skulu 2 vera yrkistekstir; tekstir á minst 3 øðrum norðurlendskum málum enn føroyskum skulu vera umboðaðir. Harafturat koma einar 400 síður av bókmentasøgu.
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen