1137.15 - Bókmentagreining


Skeiðsnummar
1137.15
Heiti
Bókmentagreining
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
Studenturin skal ogna sær hollan kunnleika um tekstgreining við serligum denti á at greina gjølla tey trý fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgini søgu, yrking og leik. Harumframt skal studenturin ogna sær hegni í at greina yrkistekst. Studenturin eigur at ogna sær kunnleika um greiningarhugtøk, serliga við atliti at fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum. Denturin verður lagdur á, at studenturin lærir seg at greina tekstsløgini og nýta greiningarhugtøk í tí sambandinum.
Innihald
Lisnar verða grundbøkur í tekstgreining, serliga við atliti at teimum trimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum og yrkisteksti. Lisin verða ymiskháttað dømi um fagurbókmentalig og yrkislig tekstsløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 x 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, skrivligum venjingaruppgávum og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at • Greina skaldsligar tekstir av høvuðstesktsløgunum gjølla og haraftrat yrkisligar tekstir í høvuðs-heitum • Greiða gjølla frá eyðkennunum hjá skaldsligum høvuðstekstsløgunum og haraftrat eyðkennunum hjá yrkisligum tekstum í høvuðsheitum • Lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligum teksti • Miðla greiningarúrslit innan fyri tey skaldsligu høvuðstekstsløgini og yrkistekst • Seta fram greiningarúrslit innan fyri tey skaldsligu høvuðstekstsløgini og yrkisligan tekstmunnliga og skrivliga í hóskandi málsligum búna
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 5 tímar í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Loyvd hjálpar-amboð: Allar orðabøkur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen