1845.05 - Barnabókmentir


Skeiðsnummar
1845.05
Heiti
Barnabókmentir
ECTS
5
Endamál
At geva studentunum innlit í barnabókmentir bókmentasøguliga og granskingarsøguliga.
Innihald
Skeiðið eigur at geva studentunum innlit í barnabókmentir bókmentasøguliga og granskingarsøguliga. Tískil verður komið inn á søguna hjá barnabókmentum og týdningarmiklir tættir í ástøði um barnabókmentir verða viðgjørdir. Síðst men ikki minst verða barnabókmentir úr ymsum tíðarskeiðum og av ymsum slag lisnar. Fyribils skrá: 1. Søguliga menningin hjá barnabókmentum. Rák og tekstsløg í okkara tíð. Hvat eyðkennir barnabókmentir? Nøkur høvuðsdrøg í ástøði og gransking. 2. Føroyskar barnabókmentir taka seg upp millum upplýsing, romantikk og tjóðarbygging. A.C. Evensen og Símun av Skarði. 3. Hans Andrias Djurhuus. 4. Eldri og nýggjari smábarnabøkur/Myndabøkur, t.d. Í skýmingini, Sigurð Joensen: Kálvamuan. Rakul Helmsdal o.fl.: Nei segði lítla skrímsl, Bárður Oskarsson: Ein hundur, ein ketta og ein mús. 5. Eldri og nýggjari smábarnabøkur/Myndabøkur. 6. Furðusøgur (fantastiskar søgur). R. Rowling: Harry Potter. Vitramannasteinurin. 1997. Gunnar Hoydal týddi 2000. 7. Furðusøgur. Sonja Schneider: Leiðarljós 1997. 8. Furðusøgur. Annfinnur í Skála: Heimurin forni 1: Hjá dvørgum í Niðafjøllum 2000. Samanumtøka.
Læru- og undirvísingarhættir
Týsdag kl. 9-12, 17.01.-07.03.2006, 22 tímar.
Próvtøkuháttur
Bundin ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir