1497.23 - Modernisma í føroyskum bókmentum og føroyskari list (MA)


Skeiðsnummar
1497.23
Heiti
Modernisma í føroyskum bókmentum og føroyskari list (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi greiningaramboð til at kenna aftur modernistisk verk og at skilja modernismu sum søguligt fyribrigdi. Modernisma er eitt hugtak um rák í bókmentum og list í 20. øld fyri nýggjar og víðgongdar orðingar av modernaðum lívsroyndum.
Innihald
Lisin verða týðandi modernistisk verk (yrking og prosa) frá Janusi Djurhuus til Lív Mariu Róadóttir Jæger. Úrvald myndlistaverk frá Sámali Joensen-Mikinesi til Hansinu Iversen verða greind. Harumframt verða lisnir lýsandi og kritiskir tekstir um modernismu, ið viðgera rákið sum søguligt fyribrigdi og sum rák sett saman av fleiri leiðum, ið eru at síggja í føroyskum bókmentum og føroyskari list.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, ið greina verk og lýsa greiningarhugtøk v.m. Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá modernismu sum søguligum fyribrigdi • greiða frá modernistiskum leiðum og eyðkennum teirra • lýsa, brúka og meta um viðkomandi hugtøk • greina skaldslig og myndlistalig verk og vísa á, hví og hvussu tey eru modernistisk • kritiskt umrøða ummæli og frágreiðingar um modernistisk verk.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir