Skriva út

Hjánám í samfelagsvísindum

Subsidiary Subejct Studies in Social Sciences
  • Lestrartíð 1½ ár
  • Deild Søgu- og Samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 90
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.
Hjánám í samfelagsfrøði gevur teimum lesandi fjølbroytta vitan um og innlit í føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti og samfelagsvísindalig háttaløg. Hjánámið viðger tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina.

Bygnaður

Tey seks kravdu skeiðini eru:

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva 5. lestrarhálva 6. lestrarhálva

Sosiologi og antropologi*

(10 ECTS) ella Háttalag I

(10 ECTS)

Búskapur og samfelag

(10 ECTS)

Samfelagsástøði

(10 ECTS)

(Høvuðsnámið) (Høvuðsnámið)

Altjóða politikkur 

(10 ECTS)

Stjórnmálafrøði 

(10 ECTS)

(Høvuðsnámið) (Høvuðsnámið)     (Høvuðsnámið)

Vísindaástøði og háttalag* 

(10 ECTS) ella Sosialvísindi

(10 ECTS) ella Samfelagsplanlegging

(10 ECTS

         

*um Sosiologi og antropologi er partur av høvuðsnáminum, so skal hin lesandi ístaðin taka skeiðið Háttalag I. Um Vísindaástøði og háttalag er partur av høvuðsnáminum, so kann hin lesandi ístaðin taka eitt av hesum skeiðunum: Sosialvísindi ella Samfelagsplanlegging.

Tað vil siga, at kravdu skeiðini eru:

  • Sosiologi og antropologi (ella Háttalag I)
  • Stjórnmálafrøði
  • Vísindaástøði og Háttalag (ella Sosialvísindi ella Samfelagsplanlegging)
  • Búskapur og samfelag
  • Samfelagsástøði
  • Altjóða politikkur

Afturat hesum skeiðum koma 30 ECTS í valfríum skeiðum á MA-stigi innan samfelagsfrøði

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í samfelagsfrøði krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Øll mugu hava Vísindaástøði og háttalag (10 ECTS), antin í sínum høvuðs- ella hjánámi.

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Innihald

Hjánámið er sett saman av skeiðum í sosiologi, antropologi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði og altjóða politikki, bæði í ástøði og praksis. Í tí háttalagsliga partinum fært tú skeið í samfelagsvísindaligum háttaløgum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Studentur, sum søkir inn á hjánámið í samfelagsfrøði, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eitt høvuðsnám. Tað ber eisini til at vera innskrivaður á samansett bachelornám.

Søkt verður á umsóknarblaðnum til hjánám, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "Samfelagsfrøði".

Framtíðarmøguleikar

Hjánám í samfelagsfrøði gevur saman við eini høvuðsnámi møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari umframt spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til samfelagsvísindi og samfelagsvísindalig háttaløg er neyðugur, t.d. innan fyrisiting, miðlar/samskifti og føroyskar og altjóða felagsskapir.

Framhaldandi útbúgving

Lokið hjánám í samfelagsfrøði kann vera partur av miðnámslæraraprógvi, har høvuðsnámið er 210 ECTS og hjánámið 90 ECTS.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Firouz Gaini, útbúgvingarleiðara, firouzg@setur.fo